[1.]
Viljið tær hoyra kvæði mítt,
vilja tær orðum trúgva,
um hann Ólav Trygvason,
hagar skal ríman snúgva.
Glymur dansur í hÃ,ll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
[3.]
KnÃ,rrur var gjÃ,rdur á Noregs landi,
gott var í honum evni:
sjútti alin og fýra til,
var kjÃ,lurin millum stevna.
Glymur dansur í hÃ,ll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
[8.]
Har kom maður á bergið oman
við sterkum boga í hendi:
'Jallurin av Ringaríki
hann meg higar sendi.'
Glymur dansur í hÃ,ll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
[10.]
'Einar skalt tú nevna meg,
væl kann boga spenna,
Tambar eitur mín menski bogi,
Ã,rvar drívur at renna.'
Glymur dansur í hÃ,ll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
[11.]
'Hoyr tú tað, tú ungi maður,
vilt tú við mær fara,
tú skalt vera mín Ã,rvargarpur
Ormin at forsvara.'
Glymur dansur í hÃ,ll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
[12.]
Gingu teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jÃ,rðin skalv:
teir drógu knÃ,rr úr neysti.
Glymur dansur í hÃ,ll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
[71.]
Einar spenti triðja sinni,
æt1ar jall at raka,
tá brast strongur av stáli stinna,
í boganum tók at braka.
Glymur dansur í hÃ,ll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
[72.]
Allir hoyrdu streingin springa,
kongurin seg undrar:
'Hvat er tað á mínum skipi,
so ógvuliga dundrar ?'
Glymur dansur í hÃ,ll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
[73.]
Svaraði Einar Tambarskelvir
kastar boga sín
'Nú brast Noregi úr tínum hondum,
kongurin, harri mín !'
Glymur dansur í hÃ,ll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
[30.]
Nú skal lætta ljóðið av,
eg kvÃ,ði ei longur á sinni;
nú skal eg taka upp annan tátt;
dreingir leggi í minni !
Glymur dansur í hÃ,ll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.